Rihanna nærkast 50.000.000 fjepparum á sínum almenna Facebook-bólki. Ongin tónleikari ella sangari hevur nakrantíð havt so nógvar fjepparar á kenda samskiftismiðlinum.
Í ár er songkvinnan frá Barbados blivin kosin til tann sangaran, ið hevur fingið flest fjepparar á Facebook. Rihanna hevur 2 milliónir fleiri fjepparar enn Lady Gaga, og 10 milliónir fleiri fjepparar enn Justin Bieber.
Eisini hevur fløga hennara, We Found Love, verið tann fløgan, sum mest fólk hava lurtað eftir á Facebook í hesum árinum. Katy Perry, David Guetta og Adele komu aftaná.
At Rihanna er sera væl umtókt, verður prógvað, tá ið hon skrivar okkurt á sínum bólki. Onkuntíð kunnu tað vera ikki minni enn 40.000 fólk, ið dáma tað, sum hon skrivar. Eisini eru dømi um, at tíðindi á vegginum hjá henni hava fingið ikki minni enn 4.000 viðmerkingar.
Skrivað hevur: Neli Heldarskarð