Rigmor Dam manaði allan iva í jørðina

Tað verður ikki við henni sum landsstýriskvinnu, at ongi lesandi verða tikin inn á Fróðskaparsetrið næsta ár

 

– Tað verður ikki við okkum, at Fróðskaparsetrið ikki fer at taka lesandi upp í summar. Tað hevur Rigmor Dam, landsstýriskvinna staðfest enn einaferð.

 

Annars hava rektarin á Fróðskaparsetrinum, Sigurð í Jákupsstovu, og Ólavur Ellefsen, stýrisformaður víst á, at játtanin til Fróðskaparsetrið næsta ár, er so lítil, at tað verður neyðugt at seta stórar sparingar í verk. Ein avleiðingin kann vera, at næsta ár fer Fróðskaparsetrið ikki at taka lesandi upp, ella at talið á lesandi verður avmarkað.

 

Hetta er fallið Rigmor Dam fyri bróstið, og í einum orðaskifti í Løgtinginum herfyri kallaði hon slíka framferð fyri beinleiðis skaðiliga, og samstundis vísti hon á, at tað var ábyrgdin hjá eini leiðslu ikki at hava meiri virksemi enn stovnurin hevði játtan til.

 

Og nú fíggjarlógin varð endaliga samtykt beint fyri jól jarðar hon hóttanina og endurtekur, at tað verður ikki við henni sum landsstýriskvinnu, at Setrið ikki fer at taka ímóti fleiri lesandi. Men hon sigur samstundis, at tað er neyðugt at fáa greiði á ymsum viðurskiftum á Setrinum fyri at leggja væl til rættis.

 

Játtanin til Fróðskaparsetrið hevur eina játtan upp á yvir 90 milliónir krónur um árið, og tað er neyðugt at vita, hvat pengarnir verða brúktir til, og hvat kemur burtur úr. Tað er eisini neyðugt, at semja er um virksemið á Setrinum. Tí hevur hon áður sagt, at hon vil hava fult innlit í, hvussu stórt fráfallið er, hvussu nógv prógv verða útskrivað, og hvussu nógv vísindaligt tilfar verður almannakunngjørt.

 

Hon vísir á, at umstøðurnar hjá Fróðskaparsetrinum eru munandi batnaðar við tað, at ein partur av Sjóvinnuhúsinum nú er leigað til virksemið hjá Setrinum, og har umframt er játtanin til raksturin hækkað einar 13 milliónir.

 

Og hon leggur afturat, at hon hevur boðað leiðslu og stýri á Fróðskaparsetrinum frá, at hon skal vera teirra besta sendiboð. Men fortreytin er, at hon hevur fult innlit í virksemi. Hinvegin er hon ikki beinleiðis hugtikin av tí politiska áhuga, sum var fyri Setrinum undir seinastu samgongu, og hon saknar eisini, at politikarar vístu størri áhuga fyri Setrinum.