Rigga til nýggjárshugna í Vestmanna

Í Vestmanna eru eini 30 fólk í løtuni í ferð vid at gera blikkini klár till kvøldið í kvøld.

Í Vestmanna eru tey í løtuni í ferð vid at gera blikkini klár till kvøldið í kvøld. Eini 30 fólk í býlinginum í Miðalsbrekku fáast nú við at fáa alt upp á pláss.

 

- Pappírið verður tikið av blikkunum, og klútar verða koyrdir í blikkini, sum skulu brenna, meðan kvøldið gongur.

 

Úr Vestmanna verður sagt, at tey klokkan 17 fara út við trillibørum at seta blikkini út á vegirnar.

 

- Einir 10 metrar verða millum blikkini, og klokkan 23.30 í kvøld verður eldur settur í, verður lagt aftrat.