Rigga til byggjan av Kappróðrarneystinum

Maskinur hjá Kanjon hava grivið og umskipað lendið niðri á steinsetingini á Sandinum, har nýggja Kappróðrarneystið skal standa.

 

Eisini skulu ymsar leiðingar umskipast. Sum nevnt, skal sjóhitaskipanin til Betesda og eisini ein stór el-leiðing, ið ferð eftir víkini yvir til bátabrúgvarnar, umleggjast.

Byggilendið er avmerkt og skal planerast í tvær ymiskar hæddir, eins og tað verður gjørt klárt til at spunsla fyri atløguveggi frammanfyri Kappróðrarneystið.

Byggingin, sum Malltek skal taka sær av, er mett at kosta um 7 milliónir krónur. Afturat tí kemur spunsling og havnalag framvið. Byggitíðin fyri sjálvum neystinum er mett til um eitt ár.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##