Tá ið nýggi ringvegurin verður gjørdur oman fyri Havnina í sambandi við Eysturoyartunnilin fer tað eisini at fáa avleiðingar fyri tey, sum fáast við ross í Havn. Ein avleiðing verður nevniliga, at ríðingarbreytin fer at verða løgd undir vegin og Tórshavnar Býráð sigur, at skal ríðingarítrótturin ikki detta niður fyri, verður neyðugt at stuðla upp undir at ein nýggj ríðibreyt verður gjørd.
Tí hevur Tórshavnar Býráð nú samtykt at játta felagnum Føroysk Íslandsrossafelag eina millión til at útvega eina nýggja ríðingarbreyt í Havnardali, og til aðrar ábøtur, Men tað eru ikki allir býráðslimir, sum taka undir við ætlanini, sum hon nú fyriliggur, tí Elsa Berg, býráðslimur fyri Tjóðveldi atkvøddu ímóti, og floksfelagin, Gunvør Balle, atkvøddi blankt.
Elsa Berg tekur undir við eini ríðibreyt, men hon heldur, at tað heilt burtur við at fara undir eina slíka ætlan, áðrenn nakrar sum helst kanningar eru gjørdar fyri at fáa greiði á, hvørja ávirkan tað fer at fáa fyri náttúruna og umhvørvið.
Tí vil hon hava greiði á, hvørji krøv verða sett til verkætlanina. Hon vísir á, at ein av størri áunum, sum rennur í Sandá, gongur ígjøgnum øki har nýggja ríðibreytin skal vera. Hon vísir eisini á, at har er eitt vátlendi og hon heldur, at tað er høpisleyst at fremja eina slíka ætlan, uttan at kanna eftir hvørjar avleiðingar tað fer at fáa fyri náttúruna.
Aðrir býráðslimir førdu fram, at friðingarmyndugleikarnir hava góðtikið ætlanina, men tað fekk ikki Elsu Berg at broyta meining, tí hon hevur als einki álit á friðingarmyndugleikunum. Hon vísir á, at friðingarmyndugleikarnir hava givið loyvi til, at gera eitt vindmylluverk á einum øki á Eiði har hótt fuglasløg halda til og har fuglasamfeløg eru, sum ikki eru aðrastaðni, og sum ikki tola mannaskapt virksemi. Og samstundis hava friðingarmyndugleikarnir noktað fyri at vindmyllur verða reistar á Gellingakletti, har eingin annars hevur talað at.
Tískil vildi hon hava býráðið at bíða við málinum og at fyrireika tað betri fyri at fáa greiði á, hvørji umhvørvisárin tað fer at fáa. Men tað tók býráðið ikki undir við og sostatt varð uppskotið samtykt.
Felagið Føroyskt Íslandsrossafelag varð stovnað í 1989 og síðani, hevur felagið gjørt ríðingarbreyt, umframt at tey hava bygt rhøll og fjós til eini 150 íslandsross. Felagið hevur verið í støðugari menning hesi árini og nú eru eini 150 virknar limir í felagnum. Síðani 1992 hava limir í felagnum verið við í altjóða kappingum kring um í Evropa.
Umsitingin hjá býráðnum vísir á, at tað eru tvey ríðingarfeløg í Havn, og tey halda, at tað er alt ov nógv avgjørt at bæði feløgini skulu hava somu hentleikar. Tískil metir umsitingin, at tað verður neyðugt at kanna møguleikarnar fyri at samskipa nakrar av hentleikunum, hetta bæði fyri at sleppa undan at brúka óneyðuga nógva náttúru til hentleikar sum bæði feløgini møguliga kunnu skiftast um, umframt at tað hevði minkað um fíggjarligu íløgurnar.