Riddarin smurdi hinar av

Miðvingar vóru meiri enn eina bátslongd frammanfyri Sundabátin og Tvørabátin, sum fyrr í summar hava verið favorittarnar

Tað eru nýggjar tíðir í kappingini millum 6-mannafør við monnum. Kappingin í Vestmanna var rimmar staðfesting av, at tað var ikki bara hepni og, sum teir nú plaga at siga í fótbólti, at teir raktu dagin, at Riddarin vann fyri á eystanstevnu.

Hóast hann ikki fekk besta startin, so var Riddarin fremstur, tá ið startspurturin var reiðiliga av, og síðani var spurningurin bara, hvussu sannførandi sigurin hjá miðvingum skuldi verða.

Riddarin var væl og virðiliga leysur av teimum næstu. Leingi tóktist tað sum um, at Tvørabáturin hesa ferð skuldi liggja á Sundabátinum, men soleiðis endaði tað ikki. Sundabáturin var leingi smoykin, men í endaspurtinum eydnaðist tað teimum norðan úr Sundi at tryggja sær næstfremsta plássið, sum ber við sær, at teir framvegis eru besta FM boðið.

Men í løtuni tykist eingin ivi at vera um, at tað eru miðvingar, sum eru teir stinnastu í kappingini millum 6-mannaførini.


Mynd: Riddarin

Sigurin á eystanstevnu var ikki av tilvild. Riddarin vant hesa ferð burtur úr bæði Sunda- og Tvørabátinum

Mynd: Jens Kristian Vang