Richard var um reppið at fáa váta grøv

– Eg kundi jú gott steindoyð, sigur Richard Olsen úr Hósvík í samrøðu við Vikuskifti

– Eg kundi jú gott steindoyð. Um fiskakassin ikki var har, hevði eg kunnað farið direkta í havið.

Soleiðis sigur hósvíkingurin Richard Olsen, sum eitt illveðurskvøld í desember kom illa fyri umborð á garnaskipi á Sandoyarbanka. 

Meðan hann arbeiddi á dekkinum bleiv krappsjógvað. 

– Eg varnist tað ikki ordiliga beinanvegin. Knappliga síggi eg bara, at ein stór alda brestur ímóti skipinum, so eitt kraftigt rykk kemur í skipið. Bresturin var grúiligur, og eg missi so takið og detti afturav. 

Men hann bleiv bjargaður av einum fiskakassa, sum stóð á dekkinum.

Í nýggja blaðnum "Vikuskifti", sum er eitt innlegg í Vikuskiftis Sosialinum, greiðir Richard Olsen frá dramatisku hendingini. Blaðið fæst til keyps í handlunum kring landið, og eisini ber til at lesa á netinum, um tú hevur hald til Sosialin.