Ricardo Villar umborð á Høganesi

Tíðindaskriv

Í kvøld, fríggjakvøldið 14. juni kl. 20.00, verður jazz-konsert umborð á sluppini Høganesi í Runavík.
Teir, ið fara at spæla, eru argentinski saxofonleikarin, Ricardo Villar, og føroysku tónleikararnir, Búi Dam, ið spælir el-gittar, Brandur Jacobsen, ið spælir ásláttur, Rógvi á Rógvu, ið spælir trummur, og Mikael Blak, ið spælir kontrabass.
Tónleikurin, ið verður framførdur, er í stóran mun improvisatiónstónleikur.
Konsertin er partur av 25 ára hátíðarhaldinum hjá Plátufelagnum Tutl, og Ricardo Villar er og vitjar í Føroyum í hesum sambandi.