Alexandur Johansen hevur roynt tað so ofta áður, at tað nærum er vorðin ein vani hjá honum at spæla steypafinalu, og næstan líka so ofta hevur hann vunnið.
- Hetta er akkurát vit. Tá ið tað eru slíkir dystir, har tað er alt ella einki, so spæla og stríðast vit sum einglar, sigur hann.
Steypasigurin hevur stóran týdning fyri StÍF, sigur Alexandur. - Nú er árið hjá okkum bjargað, hóast fleiri umfør eru eftir í landskappingini. Vit hava ikki so nógv at spæla fyri har, men kunnu fara eftir bronsuni. Tað skal heldur ikki verða nakar ivi um, at vit ikki fara at leggja okkum afturá, nú vit eru steypavinnarar, sigur Alexandur Johansen, sum eins og liðfelagin, Pauli Hansen, í næstum fer undir at fyrireikingarnar til landskappingina í fótbólti, har teir báðir eru stuðulsleikarar á besta liðnum hjá Skála.