Árið byrjaði ikki nakað serligt

Inntøkurnar eru minkaðar, bæði hjá kommununum og hjá landskassanum

Árið í ár byrjaði ikki nakað serlig hjá kommunum og landskassanum. Eitt uppgerð hjá taks vísir nevniliga, at bæði hjá landskassanum og hjá kommunukassunum, hevur inntøkan av skatti verið lægri í januar í ár, enn hon var í januar í fjør.

Hagstovan vísir, at í januar í ár fekk landskassin 132,3 milliónir inn í skatti og tað eru 3,7 milliónir, ella 2,75 prosent minni enn í januar í fjør. Hjá kommununum stendur eitt sindur verri til, tí í januar í ár fingu tær 153,3 milliónir inn í skatti og tað 5,9 milliónir, ella 3,72 prosent, minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Uppgerðin hjá Taks vísir eisini, at hjá heili 20 av teimum 29 kommununum í landinum var inntøkan í januar í ár, minni enn í sama mánað í fjør.

Av teimum størru kommununum sæst, at í Klakvík fingu tey 16 milliónir inn í skatti í januar í ár, og tað eru tvær milliónir, ella 11,25 prosent minni enn í sama mánað í fjør.

Í Runavík fingu tey 12,7 milliónir inn i skatti í januar, og tað er tað sama, ella 37.490 krónur meiri enn í januar í fjør.

Ein onnur kommuna, sum er hart rakt, er Vestmanna, har tey fingu 3,4 milliónir inn í skatti, og tað eru 513.200 krónur, ella 13,05 minni enn í fjør. Í Vágum hevur korona rakt hart, tí nógv fólk eru søgd úr starvi hjá Atlantsflogi og á flogvøllunum og tað sæst aftur í skattatølunum. Í Vága Kommunu fingu tey 6,3 milliónir inn í skatti og tað er 2,83 prosent minni enn í januar í fjør. Og í Sørvági fingu tey 3,5 milliónir inn í skatti og tað eru 6,65 prosent minni enn í sama mánað í fjør.

Av teimum báðum stóru kommunum í Suðuroy er tað serliga Vágs Kommuna, sum er merkt av gongdini, tí har fingu tey 3,3 milliónir inn í skatti, og tað eru gott 10 prosent minni enn í fjør.