Cristiano Ronaldo fekk í kvøld beinleiðis reytt kort í fyrsta Champions League dystinum fyri Juventus. Hann fór grátandi av Mestella leikvøllinum í Valencia.
Les eisini: Ronaldo á vøllin í Spania
Umstrídda hendingin fór fram, tá ein hálvur tími varð spældur. Cristiano Ronaldo stríðist við at koma í brotssteigin til eitt linnlegg, tá tað blívur áfast millum hann og ein verjuspælara hjá Valencia.
Tað er eitt sindur ógreitt hvat hendir, tí verjuspælarin hjá Valencia dettur. Eftirfylgjandi tykist portugisiska heimsstjørnan at taka í høvdið – ella royta – verjuspælaran hjá Valencia.
Cristiano Ronaldo, sum í summar skifti til Juventus frá Real Madrid, fór grátandi av vøllinum. Hann tóktist sera argur um útvísingina og verður nú ikki við, tá Juventus í øðrum umfari skal spæla móti Young Boys úr Sveis.