Sámal av Reyni, sølustjóri hjá Reyni Service, sigur, at teir fingu í boði at gerast høvuðsstuðul hjá B68 og valdu at taka. Vit eru væl umboðaðir í høvuðsstaðarøkinum og í Norðoyggjum, og fegnast um stuðulsavtaluna ið gevur okkum møguleikar at vera meiri sjónligir í Eysturoynni. Tað verður sjálvsagt eisini áhugavert at fylgja við gongdini hjá B68, sum hava góðar vónir til kappingarárið 2010.
Avtalan ber í sær at Reyni Service kemur at standa á leikarabúnunum hjá besta liðnum hjá B68. Eisini verður Reyni Service sera sjónligt á Svangaskarði ið samband við venjingar og heimadystir hjá B68, umframt landsdystir, um so er at Brian Kerr velur at dystir verða leiktur har. Jógvan Højgaard, formaður í B68, fegnast um avtaluna, sum hann sigur er góð fyri felagið.