Tíðindaskriv:
Eftir trý ár hevur tónaskaldið Eli Tausen á Lava givið út eitt nýtt staklag.
'Reyði Tráðurin' er eitt av hansara mest framførdu verkum. Tað hevur ljóðað í kirkjum og konserthøllum frá Íslandi til Sibiria. Verkið varð skrivað í 2021 og frumframført sama ár av svenska organistinum Robert Bennesh á tónleikafestivalinum Lund Contemporary. Beinanvegin vakti 'Reyði Tráðurin' ans ímillum bæði tónleikarar og áhoyrarar.
Verkið bleiv veruliga útbreitt tá Eli Tausen á Lava gjørdist finalistur í russisku tónasmíðskappingini "Organ Taurida - New Classics" seinni sama ár. Eftir hetta varð 'Reyði Tráðurin' framførdur kring alt Russland og Belarus, meðan hann eisini hoyrdist alsamt oftari í Norðurlondum.
Eli Tausen á Lava hugleiðir um verkið:
- Vit hava øll ein reyðan tráð í lívinum. Okkurt, sum gevur tilveruni meining og førir okkum fram eftir okkara lagnuleið. Hans Christian Andersen skrivaði einaferð, at trúgv var hansara reyði tráður — ein ósjónlig megi, sum vegleiddi hann í øllum hann gjørdi. Fyri meg er tað tónleikurin. 'Reyði Tráðurin' er ein innbjóðing til at spyrja teg sjálvan, "Hvat er mín reyði tráður?"
'Reyði Tráðurin' kann hoyrast her: https://ffm.to/reydi-tradurin