Reyði Krossur Føroya skipar á hvørjum ári fyri eini landsinnsavning um heystið, har tey ganga hús til hús við bússum og savna inn pening til hjálpararbeiði í Føroyum og uttanlands. Landsinnsavningin 2018 hjá Reyða Krossi gav 750.000 krónur, boða tey frá í dag.
- Reyði Krossur takkar føroyingum øllum, sum enn einaferð hava víst felagsskapinum stóra vælvild, soleiðis at Reyði Krossur fær nátt sínum endamáli at veita neyðhjálp, ljóðar tað frá Reyða Krossi.
Í miðal pr. íbúgva lata føroyingar munandi meira, enn gjørt verður í okkara grannalondum.
Nevndin í Reyða Krossi hevur gjørt av at senda 500.000 krónur sum neyðhjálp út í heim, har mest átrokandi er at veita eina hjálpandi hond. 250.000 krónur fara sum neyðhjálp til Yemen, og 250.000 krónur fara til Suður Sudan.