Reyða kortið, sum Sonni Ragnar Nattestad fekk í Stórsteypadystinum móti Shamrock Rovers, er tikið aftur. Føroyski landsliðsspælarin skoraði fyrst og fekk síðani reyða kortið fyri eina takling.
– Dómarin hevur ringt til felagið og sagt, at hann gjørt eitt feil. Tí spældi eg við í landskappingini móti Sligo Rovers, sigur Sonni Ragnar Nattestad í samrøðu við FM1.
Sonni Ragnar Nattestad skifti í vetur til Dundalk í Írlandi. Hann er helst fyrsti føroyingurin í írskum fótbólti, har hann er liðfelagið saman við Ole Erik Midtskogen, sum spældi við KÍ í fjør.
Føroyska landsliðið er í morgun farið til Moldova, har Føroyar skal spæla HM-undankappingardyst hóskvøldið klokkan 19.45.
##ms##