Revsitiltøk gera okkum sterkari

- Vit hava mist alt álit á vesturheimin, sigur russiski uttanríkisráðharrin.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sigur, at revsitiltøkini, sum vesturheimurin hevur sett í verk ímóti Russlandi, fara at gera landið sterkari.

 

- Vit fara at yvirliva hesi tiltøk, men vit hava mist alt álit á vesturheimin, sigur uttanríkisráðharrin sambært Reuters.

 

Síðan Russland leyp á Ukraina, hevur vesturheimurin sett strong tiltøk í verk ímóti landinum, og tiltøkini hava eitt nú rakt russiska búskapin meint. 

 

- Tað eru mong, sum ikki vilja akta boð frá "Uncle Sam". Vit lata ikki dyrnar aftur vestur eftir, men tey lata dyrnar aftur fyri okkum, sigur Sergej Lavrov.