Revsið ikki øll fyri apukattalótirnar

Petur Hermansen

Aftan á at hava lisið greinina um ferðsluóhappið í Havn mánanáttina má eg viðganga, at tað sær út fyri mær sum, tey sum koyra skilaleyst og hvørki hava sans ella samling millum oyruni, eru tey, sum skulu avgera, hvussu HAVNARBÝUR skal síggja út. Her vil eg fegin siga frá , at tað IKKI eru hesir fáu apukattarnir, sum skulu gera av, hvussu restin av havnarfólki skal noyast at koyra.

So Heðin Mortensen, borgarstjóri, um hetta er loysnin hvørja ferð ein klovnur koyrir ov skjott ella ger okkurt annað, so skal ein bunga gerast ella tvær, so verður Havnarbýur einaferð sera spennandi at koyra sær ein túr í.
Einaferð enn Heðin, tað eru ikki hesir tápulingarnir sum skulu avgera, hvussu Havnin skal síggja út.
Tað eru ikki tey mongu havnarfólk, sum skulu revsast, men tey, ið koyra SKILALEYST.