Jan Christiansen, borgarstjóri, hevur heitt á Restorffs Bryggjarí um í ávísan mun at umhugsa øl í plastikfløskum um Ólavssøkuna fyri at sleppa undan fløskubrotum.
Sum góðir havnarborgarar vil bryggjaríið fegin eftirlíka áheitanini frá borgarstjóranum og fer bryggjaríið at tappa øl í plastfløskur Mánadagin 26 Juli og verður hetta øl bert selt frá útsøluni við Landavegnum viðmerkjast skal at talan verður um eina avmarkaða nøgd sum er góð at hava við til Ólavssøkukonsertina.










