Restorffs Bryggjarí hevur gjørt avtalu við fyrireikararnar av Prix Føroyum um at Restorffs skal veita tostadrykkirnar til luttakararnar í Prix Føroyum meðan kappingarnar fara fram.
Restorff er sera fegið um at sleppa at verða við at stuðla Prix Føroyum og vónar at næsta stigið verður at Føroyar fara at luttaka á altjóða Grand Prix.
Restorff ger nakað við tónleikin og uttanfyri Verthúsið hjá Restorff í N. Finsensgøtu verður hvønn fríggjadag seinnapart í summar uttandura konsert. Allir luttakararnir í Prix Føroyum fáa høvi at luttaka í hesum konsertum.