Restaurant Merlot: Nýggj matstova í Havn

Í næstum fer Restaurant Merlot at lata upp í Magnus Heinarsonargøtu 20. ? Nógv ferðafólk hava ofta spurt, hví vit ikki hava nakra fiskamatstovu, sigur Louis Kristensen, sum er kokkur, og tann, sum eigur og kemur at reka nýggju matstovuna. ? Tí havi eg valt, at gera hetta til eina fiskamatstovu burturav

Matstova

Byrjað verður við trimum ymiskum fiskarættum og um summarið skulu fimm fiskarættir verða at velja ímillum. Louis Kristensen sigur, at hann leggur seg eftir, at kunna bjóða tann eitt sindur meira spesiella fiskin, sum til dømis havtasku, kalva og hummari. Louis hevur annars arbeitt sum kokkur á Marco Polo og Rio Bravo í trý ár tilsamans.
? Eg vil ikki siga, at føroyingar ikki eta nóg mikið av fiski. Teir eta bara fisk heima, tí fleiri fáa jú eisini fisk ókeypis, og tí vilja teir ikki fara út á eina matstovu at gjalda fyri hetta, tí ætli eg at fáa føroyingar at royna tann eitt sindur meira spesiella fiskin.
Men matarkortið fer ikki bert at innihalda fiskarættir. Fiskur, búffar, kalkun, forrættir, suppur, krónhjørtur og dessertir er nakað av tí, sum fer at mynda matarkortið í Restaurant Merlot.
Spurdur um, hann heldur grundarlag er fyri eini matstovu afturat í Havnini, svarar Louis Kristensen:
? Tað er ikki vist, men um man ikki roynir, so fær man tað heldur ikki at vita. Tá tú hevur verið í læru í fýra ár, so er tað ikki so stuttligt bara at standa og steikja búffar og kóka broccoli dag út og dag inn. Á matstovuni verður eisini ein vikumatskrá, sum kemur at skifta viku frá viku. Soleiðis kunnu kundarnir royna nakað nýtt, hvørja ferð teir koma á matstovuna.

Altjóða køkur

Navnið Merlot er eftir eini franskari víndrúvu. Køkur kemur at vera ein altjóða køkur og pláss verður fyri umleið 40 fólkum.
? Hetta kemur at vera ein "hygge-matstova", sigur Louis Kristensen. ? Bæði tá tað kemur til mat og útsjónd fer hon at verða øðrvísi.
Ikki er heilt vist nær restaurant Merlot fer at lata upp. Brunaumsjónin skuldi inn í gjár, og bíðað verður eisini eftir skeinkiloyvi. Louis hevur fingið sær eitt fyribils skeinkiloyvi, men hetta skal helst broytast í nærmastu framtíð.
? Eisini er ætlanin at leggja seg eftir einum betri tænastustøði, sigur Louis Kristensen at enda. ? Tað vísir seg, at tí er tað eitt sindur ov lítið av í Føroyum.