Útreiðslurnar hjá landinum til lógarbundna rentustuðulin lækka næsta ár úr 153 milliónum krónum til 131,9 milliónir krónur. Tað sæst í fíggjarlógini fyri næsta ár. Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum spurdi í arbeiði sínum, hvat rentustøði metingin fyri 2025 er bygd á, og um tey vænta, at metingin fer at halda.
Har sigur fíggjarálaráðið, at metingin í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2025 er bygd á, at rentustøðið í 2024 og 2025 lækkar við 1,25%-stigum.
– Fyritreytin í metingini er, at um 70% av samlaðu lánunum eru bankalán, og 30% eru realkredittlán. Lagt er upp fyri, at partur av teimum, sum serliga hava bankalán, liggja oman fyri markið, sum rentustuðul verður latin til, og tí fáa tey ikki minni rentustuðul, tí at rentan lækkar. Somuleiðis er hædd tikin fyri, at partur av realkredittlánunum hava broytiliga rentu, skrivar Fíggjarmálaráðið til fíggjarnevndina.
Sambært løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, við seinni broytingum, verður stuðul latin til rentuútreiðslum av lánum til egnan bústað, til bústaðaeindir í lutaíbúðafeløgum, til útbúgving, og til at gjalda aftur virkin (effektiv) veðhald frá áðrenn 3. desember 1994.
Síðani 2014 hevur rentustuðulin verið 35%, harav landið rindar 19,5% og kommunurnar 15,5%.
Rentustuðul verður bert veittur til ein matrikul, og síðani 2018 eru stuðul latin til rentur, sum í mesta lagi eru 100 tús. kr.
– Útreiðslurnar til rentustuðul vóru netto 74,9 mió. kr. í 2023 og verða mettar til netto 85 mió. kr. í 2024. Rentustøðið er og verður væntandi lækkað seinni í ár og í 2025. Roknað verður við netto 73,5 mió. kr. í 2025, sæst í fríggjarlógini.