Rentulækking í NorðoyaSparikassa

Norðoya Sparikassi lækkar nú rentuna við gildi frá týsdegnum í næstu viku Innlánsrentan í Norðoya Sparikassa lækkar við 1,00 til 1,35 % fyri flest allar innlánskontur. Tó lækkar rentan á vanligari bók og fíggjarkontu ikki.

Útlánsrentan á bæði lánum og kredittum lækkar við 0,25 til 0,75 %. Rentulækkingin umfatar ikki útlán og innlán, ið verða rentað í mun til Cibor rentuna.

Rentubroytingin hjá Norðoya Sparikassa ber millum annað við sær, at rentan á heimlánum sparikassans verður nú 6,00 prosent.