Rentuútreiðslur skulu greinast betur

Allir móttakarar av rentustuðuli skulu nú upplýsa, hvat matrikuul nummar lánið er latið til. Verða upplýsingarnir ikki lætnir, steðgar rentustuðulin, sigur Taks

Skattur

Í farnu viku fingu øll tey, sum hava lán, ið geva rætt til rentustuðul, bræv frá Taks, har biðið varð um upplýsingar um, hvat viðkomandi lán eru nýtt til.
Hetta verður gjørt, hóast Taks longu hevur viðgjørt og góðkent viðkomandi lán sum góðkend til rentustuðul. Og hóast Taks í fleiri av hesum førunum longu hevur fingið upplýsingarnar, so verður í brævinum sagt, at fær Taks ikki umbidnu upplýsingarnar, kann roknast við, at útgjaldið av rentustuðlinum steðgar.
Sofus D. Johannesen, fulltrúi á Taks, sigur orsøkina til skrivið vera, at tey hava tørv á upplýsingunum um matrikulnummar í teira skrásetingum.
- Tað er sjálvandi so, at vit í fleiri førum hava fingið avrit av skeyti v.m., tá vit hava góðkent umsóknirnar. Men nú vit kortini skuldu senda bræv út til allar borgarar, gjørdu vit av at biða um hesar upplýsingar, heldur enn at nýta nógv tíð og orku til at gjøgnumganga allar skjalagoymslur. Talan er jú um einar 14.000 umsóknir, sum eru góðkendar, og tað vildi kravt nógv arbeiði, um vit fyrst skuldu gjøgnumgingið allar hesar, fyri síðani at biða um upplýsingar í teimum førum, har vit ikki høvdu hesar.
- Sostatt er hetta ikki partur av nøkrum herdum eftirliti, men nýggja lógin ger, at vit mugu hava skilna ímillum lán til eitt nú sethús, lestur og veðhald, sigur Sofus D. Johannesen.

Treytirnar betraðar
Í dagførdu lógini um rentustuðul eru nakrar broytingar gjørdar.
Ein er, at tað nú bert er gjørligt at fáa rentustuðul upp á lán til sjálvan bústaðin hjá móttakaranum av stuðlinum. Áður hevur tað verið so, at rentur av keypi av grundstykki, útreiðslur til byggibúning og bygging eisini vórðu góðkendar til rentustuðul, men hetta er nú broytt, soleiðis at útgjald av rentustuðuli ikki byrjar, fyrr enn flutt verður inn í húsini.
Hinvegin eru treytirnar eisini betraðar. Áður hevur loftið fyri rentustuðlinum verið rentuútreiðslur upp til 60.000 krónur fyri hvønn persónin. Hjún ella sambúgvar kundu soleiðis fáa stuðul av rentuútreiðslum upp til 120.000 krónur, men tá skuldi søkjast um at hækka grundarlagið á hvørjum ári.
Í fyrstu atløgu verður nú sagt, at talan er um samlaða upphædd fyri hvørt matrikulnummar, og í øðrum lagi er samlaða upphæddin økt úr 120.000 upp í 150.000 kr.
Hartil verða rentur av lestrarlánum og lánum til veðhald ikki longur roknaðar upp í grundarlagið. Tað vil siga, at sethúsaeigarar í dag kunnu fáa stuðul av 150.000 krónum í rentuútreiðslum fyri sethúsalán, umframt at stuðul eisini verður veittur fyri lestrar- og veðhaldslán.