Renovatiónin fekk kærleikskúluna

Tað er avdúkað fyri løtu síðani, at tað eru brennistøðirnar á Hjalla og Hagaleiti, ið fáa kærleikskúluna

Tað er avdúkað fyri løtu síðani, at tað eru brennistøðirnar á Hjalla og Hagaleiti, ið fáa kærleikskúluna.

 

Hugnaløtan í Listaskálanum byrjaði við, at forkvinnan í Dugna, Kristina Toftegaard Larsen bjóðaði vælkomin, og síðani hugleiddi Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum um rúmliga arbeiðsmarknaðin.

 

Síðani varð listamaðurin, sum hevur mynda kærleikskúluna í ár, avdúkaður. Hesin er Edward Fuglø.

 

So var túrurin komin til Karin Kjølbro, forkvinnu í nevndini fyri Dugna, sum avdúkaði, hvør fekk kærleikaskúlina í ár.

 

Tað vóru tær báðar brennistøðirnar, tann á Hjalla og IRF í Leirvík, ið fingu fyrstu kærleikskúlurnar í ár. Sum grundgeving nevndi Karin Kjølbro, at endurnýtslurnar hjá brennistøðunum skaptu arbeiðspláss til nógv fólk við skerdum førleika.

 

Kærleikskúlan verður at fáa til keyps fram til Tollaksmessudag.