Seinastu dagarnar hevur ítróttarliga virksemið í marghøllini í Vági verið avmarkað, tí arbeitt hevur verið við at leggja rennibreytina, ið er runt um graslíksvøllin.
Nú er so gott sum komið á mál við hesum. Á fb-vanganum hjá høllini stendur, at klárt nú verður til 60 m. renning og 60 m rimarenning, sum "60 m. hurdles" eitur føroyroyskum.
Nakað er síðani, at graslíksvøllurin kom á, og farið varð undir venjingar á vøllinum, m.a. hevur B36 verið í Vági á vitjan og vant í høllini.