Seinastu árini hevur býráðið sett pening av til eina rennibreyt í høvuðsstaðnum, og higartil eru 5 milliónir tøkar til prosjektið.
Samlaða ætlanin kostar 18 milliónir, men býráðið hevur fyri fyrst sett 9 milliónir av til ætlanina. Breytin fer at liggja millum Shell-støðina á Hálsi og Termovirkið.
Talan er um eina rennibreyt við átta geirum, og eftir ætlan verður breytin klár at taka í nýtslu í oktober 2006.