Rørslufelagið í Suðuroynni, Hvistan, ynskir eisini at stuðla tiltakinum "+I menniskjum góður
tokki", og nú hava allir Suðuroyingar eisini møguleika at verða við.
Mikukvøldið 5. desember, hevur Hvistan tikið stig til at gera eitt
rørslustuðulstiltak, har øll ,ung sum gomul, kunnu luttaka og stuðla hetta
tiltak.
Tiltakið byrjar kl 18.45 tá ið VILT-húsið í Vági er opið, og kunning um um hvat fyri
gongu og rennitúrar eru á skránni. Síðani verður hita upp og leiðin løgd vestur
gjøgnum Vágsbygd, runt Vatnið og útaftur til tey ið orka tað, eisini verða stytri
túrar, ið hóska til nýbyrjaðar.
Eftir gongu/rennitúrarnar, verður frugt, kaffi, te og kaka í húsinum og
luttakararnir kunnu lata stuðul til "Í menniskjum góður tokki" Ætlanin er at vaksin
rinda 50kr og børn 20kr, og sjálvandi er eisini møguleiki at lata meira um ein
ynskir tað.
Hvistan vónar at nógv vilja taka undir við tiltakinum og koma at røra seg og
stuðla, og heitir í hesum sama sambandi á fólk um at bera endurskyn, tá ferðast
verður í ferðsluni.










