Renna niðan á Sornfelli

Renningin Top Run er í dag

Í dag klokkan 15.00 byrjar renningin Top Run við Effo-støðina í Kolljfarðadali.

 

Hetta er 11. árið á rað at henda renningin er á skránni, og tað er Bragdið, ið skipar fyri.

 

Talan er um motiónsrenning. Tað vil siga, at øll, sum eru von við at renna ella á annan hátt venja av og á, kunnu vera við. Harafturat hava øll tey, sum hava luttikið í Top Run hesi árini, gjøgnumført renningina, so hóast rennararnir hava mótbrekku so at siga allan vegin, er tað ikki ein ógjørlig uppgáva.

Renningin byrjar vid Effo-støðina í Kollfjarðadali, 75 metrar yvir havinum og endar á Sornfelli, 680 metrar yvir havinum, eitt strekkið uppá 9,8 kilometrar.

Renningin verður býtt sundur í fýra bólkar:

* Menn undir 40 ár
* Menn yvir 40 ár
* Kvinnur undir 40 ár
* Kvinnur yvir 40 ár

Trý tey fyrstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki. Metið fyri menn er 45m 02s, og tað eigur Sigurð Justinussen, sum setti tað í 2005. Hjá kvinnum er tað Valborg Heinesen, sum rann rutuna í 2012 við tíðini 51m 21s.