Í ár, sum undanfarnu seks árini, verður skipað fyri renning úr Kunoyar kirkju til Christians kirkjuna í Klaksvík jólaaftansmorgun. Hesin teinurin er 11,7 kilometrar, men eisini er gjørligt at taka ein styttri tein, og byrja í Haraldssundi. Hesin teinurin er 6,2 kilometrar.
Luttakarar møtast í Batmintonhøllini í Klaksvík kl 09.00 og verða síðani koyrdir til kunoyar. Rennifelagið Treysti skipar fyri jólarenningini