Tað er í Fámjin, at fyrsta føroyska flaggið, Merkið, hongur. Síðstu árini hevur altíð verið gjørt nógv burturúr, og í ár er einki undantak.
Umframt at fleiri nýta høvi hendan dagin at ganga gomlu bygdargøtuna úr Øravík til Fámjin, so ger Hvistan rættuliga fitt burturúr.
Hvistan skipar fyri einum gongutúri og síðani einum rennitúri. Byrjað verður við Bønhúsið í Øravík, og haðani gongur leiðin til Fámjin. Endamálið við hesum túrum er at eggja til økta rørslu, og eisini við tankanum hjá Fólkaheilsuráðnum um ABC fyri sálarheilsu í huga: ver virkin, vera saman, vera hugbundnan.
Í Fámjin er alment vesi, har brúsur eisini eru, so frálíkir møguleikar at vaska sær aftaná túrin úr Øravík, svimjitúrin á sjónum, ella heita pottinum og saunanum.
Til ber eisini at vitja kirkjuna, har møguleiki er at síggja Merkið.
Klokkan 15 er árliga og afturvendandi flaggdagshaldið, har tónleikur og røða verður á skránni. Í ár er tað Jenis av Rana, lækni og løgtingsmaður, ið heldur flaggdagsrøðuna í Fámjin.
Síðstu árini hava fleiri fólk ymsastaðni úr landinum verið við til flaggdagshaldið í Fámjin.