Renn meðan tú hyggur eftir degi og viku

Í samband við at Yndi Fitness, yviri við Strond, læt upp í nýumvældum hølum við spildurnýggjum venjingartólum mándagin 6. september, var opið hús leygardagin 4. september, har eini tvey- og trýhundrað fólk stukku inn á gólvið

Í nýumvældu hølunum hjá Indi Fitness fært tú høvi til at royna alt slag av kropsligari venjing, frá dansi til vektlyfting og vilt tú fara serliga væl um teg sjálvan, kanst tú dusa tær undir einari av sólunum.

Yndi Fitness er stovnað í 2004 av Elsu Mariu Bærentsen, stjóra, Regin Vágadal, nevndarformanni og Høgna Mikkelsen, nevndarlimi.

Felagið hevur umbygt "gamla" Yndi um til eina nýmótans venjingarmiðstøð.

Yndi Fitness hevur fleiri sjónvarps og útvarpskanalir, sum tey íðkandi kunnu lurta ella hyggja eftir, meðan tey t.d. renna á konditionsmaskinunum.

Í hølunum eru konditiónsmaskinur, fleiri rennibond, cross-trainer, súkklur, rógvimaskinur, steppmaskinur o.s.fr.

Eisini eru maskinur til vøddavenjing v.m. umframt leysar vektir og nógv annað.

Yndi Fitness hevur tvey skiftirúm, ein sal til konditiónsvenjing og ein til vøddavenjing, umframt ein sal til spinning og ein til aerobic v.m.

Eisini eru tvær nýggjar Ergoline sólir og ein massagubonkur.

Yndi Fitness er fyri øll, bæði ung og gomul. Vit leggja serligan dent á tann persónliga tørvin hjá tí einstaka, t.v.s. um onkur vil klænka seg, styrkja seg ella bara betra um konditiónuna. Einki úrslit uttan arbeiði. Í Yndi Fitness røkkur tú ikki úrslitini uttan møði, tí okkara "visión" er, at ein sunnur kroppur er ein virkin kroppur, sigur Elsa Maria Bærentsen, stjóri í nýggja felagnum.