Áðrenn Kyoto kjakið fer heilt út av lagi í valstríðnum!

    

Lena Lastein
????????????
Í sambandi við støðutakuna til Kyoto-protokollina (protokol undir Klima-sáttmálina) er enn ikki kannað hvussu treytirnar fyri minkingarnar (prosenttal) verða fyri Føroyar og tískil ber ikki til at taka støðu, hvørki fyri ella ímóti protokollina fyri enn tey eru staðfest. Tí mugu teir politikskar flokkarnir fyrst av øllum taka støðu til um teir ætla sær at fáa set hesar kanningar í verk og um so er, hvussu og hvør skullu hava ábyrgdina av tí. Sjálvandi skullu við samráðast um minkingar grundaðar á umstøðunum at fremja minkingar í Føroyum (t.v.s atlit skal takast til útlátsmongdir, fíggjarlig viðurskifti, orkukeldumøguleikarnar í landinum, v.m.) akkurat sum danar í síðnari tíð samráddust út frá teirra umstøður at minka um útlátini.
Løgtingið hevur samtykt Klima-sáttmálan (áleggur londini at arbeiða fyri at minka um útlátini, men ikki við eitt ávist prosenttal) sum ein partur av donsku ríkinum og er okkara støðu í sambandi við Kyoto-protokollina (minkingar við eitt ásett prosenttal í mun til útlátini í 1990) treytað av tí.( Kanska vit fyrst av øllum skullu taka støðu til um vit yvirhøvuð ætla okkum at útinna Klima-sáttmálan, sum Løgtingið longu hava samtykt?). Um Løgtingið framhaldandi ætla okkum at verða bundin til Klima-sáttmálan saman við Danmark skullu við samráðast um minkingar við Dan-mark. Um Løgtingið afturímóti broytir samtiktin av Klima-sáttmálan til at verða sum eitt sjálvstýrandi øki skullu vit samráðast um prosent minkingar beinleiðis við UNFCCC. Ongin hevur kannað hesu viðurskifti og tey verða als ikki umrødd hóast tey hava alstóran tydning fyri okkara leiklut í royndunum at minka um árini av útlátini av veðurlagsgassi.
Kyoto protokollin fevnir um at heimsins lond í felag tekur ábyrgd av at minka um útlátini av veðurlagsgassi við eitt samlað prosenttal. Hjá okkum í Føroyum verður tað helst ein spurningur um hugburð í sambandi við nýtslu av orku ið dálka umhvørvið, og um samkensla við fólk í heiminum sum verða rakt av ovurdálkina av lufthavinum.