René ársins leikari hjá Brøndby

Fótbóltur: Føroyski René Shaki Joensen bleiv um vikuskiftið kosin ársins besti á U19-liðnum hjá danska felagnum, Brøndby

René Shaki Joensen er kosin til ársins leikara á U19-liðnum hjá Brøndby. Tað vóru rósandi orð, ið venjarin hevði at bera føroyska U21-landsliðsleikaranum.
- Tað kennist fantastiskt, segði René við Portalin leygardagin.
René hevur verið fastur maður í miðverjuni á U19-liðnum, sum er á einum fjórða plássi í donsku kappingini.
- Eg bleiv eitt sindur rørdur, tá ið eg fekk tað at vita. Venjarin, Mads Davidsen, segði, at hann aldrin hevði møtt einum leikara við so sterkari mentalari styrki og sum venur so nógv tá hann annars hevur frí. Tað vísir bara, at tú kanst koma langt við rætta hugburðinum, sigur føroyski U21-landslisleikarin.
René fekk debut á Superliga-liðnum hjá Brøndby í hesum kappingarárinum.