Eitt verk hjá sjálvum Rembrandt er horvið í postinum í Noregi. Verkið, sum eitur «Lieven Willemsz, van Coppenol, writing-master», skuldi á eina framsýning í Østfold um vikuskiftið. Tað bleiv sent hagar við postinum úr Bretlandi, men tá fyrireikararnir fóru á posthúsið eftir pakkanum, var eingin Rembrandt at finna har.
Norska postverkið váttar í samrøðu við kringvarpið NRK, at Rembrandt-pakkin er ikki at finna. Tey siga, at pakkin kom, á posthúsið á Nesøya, men síðani hevur eingin borið eygað við hann.
Pakkiin var sendur sum innskrivað sending, og sambært reglunum skal postverkið rinda móttakaranum endurgjald. Tilboðið frá postverkinum er 500 krónur, sigur NRK. Tað ber til at senda pakkar við serligari trygging, men tað varð ikki gjørt í hesum førinum.
Tey, sum fara á framsýningina í Østfold, fáa kortini høvið at síggja okkurt hjá Rembradt, tí fleiri onnur verk hjá honum eru komin fram.