Reka nú grindina til Havnar

Hon verður mett at vera 150 hval

Bátarnir fara við grindini um Stongina norðan fyri Nólsoy um eina løtu. Teir royna at reka hana til Havnar.

 

Bjarni Poulsen, grindaformaður, sigur, at tað er torført at meta neyvt um støddina, men um 150 hval er ikki langt av leið.

 

Hann sigur, at tað vórðu ov fáir bátar at byrja við, tí lógu teir hjá henni, men nú eru fleiri komnir til.