Spania og ES hava lagt stórt trýst á myndugleikarnar í Marokko fyri at fáa teir at steðga flóttafólkastreyminum til tey bæði sponsku økini í Norðurafrikia, Ceuta og Melilla. Úrslitið er, at Marokko hevur átikið sær at flyta fólkini burtur. Tey hepnu sleppa við flogfari til Senegal ella Mali, meðan hini verða flutt út í oyðimørkina og slept har. Sveisiska blaðið Zúrischer Zeitung skrivaði í gjár, at marokkonsku myndugleikarnir høvdu sent 36 bussar við flóttafólkumsuður í oyðimørkina nærhendis markinum við Mauritania.
Kunningarmálaráðharrin í Marokko sigur við tíðindastovuna AP, at tað ber ikki til at loysa trupulleikarnar við flóttafólkunum, uttan at tað elvir til menniskjaligar vanlagnur.
Túsundtals fátæk ungfólk í londunum sunnan fyri Sahara royna at sleppa til Evropa, tí tey síggja tað sum tann einasta møguleikan fyri at fáa eina verduga framtíð. Í mong ár hevur Marokko loyvt flóttafólkunum at halda til har norðuri í landinum, men nú hevur pípan fingið annað ljóð. Í síðstu viku gjørdu myndugleikarnir av at savna flóttafólk í bussar og at flyta tey fleiri hundrað kilometrar suður í oyðimørkina.
Eitt lið hjá felagsskapinum Læknar Uttan Landamark kom fram á umleið 500 flóttafólk, og tað vísti tað, at tey høvdu hvørki mat ella vatn. Læknarnir hjá felagsskapinum hava greitt frá, at fleiri av flóttafólkunum høvdu sár ella merki, sum vístu, at tey vóru sligin, og at summi teirra høvdu sár av gummikúlum. Spanskar sjónvarpsmyndir hava víst, at fleiri flóttafólk vóru bundin saman við hondjørnum.
Sambært Zúrischer Zeitung hava læknarnir greitt frá, at minst 1.500 flóttafólk eru flutt til ókend støð í oyðimørkini nakað vestan fyri algeriska markið. Harafturat hava bussar flutt flóttafólk til oyðimørkina í Vestur Sahara, sum Marokko hevur hersett. Talan er um fólk úr Gambia, Cameroun, Fílabeinsstrondini, Guinea, Ghana, Niger og Nigeria.
Fleiri felagsskapir finnast at framferðini hjá myndugleikunum í Marokko og leggja teir undir at loysa trupulleikarnar við at fjala flóttafólkini fyri altjóða fjølmiðlunum og hjálparfelagsskapunum.