Reistu minnisstein um Karsten Hoydal

Við eina hátíðarløtu í Hoy­dølum leygardagin varð ein minn­is­pláta avdúkað at minnast skaldið Kar­sten Hoydal, sum varð føddur í kjall­a­r­a­í­búð í Gamlahúsi í Hoydølum, sum tá hýsti Tuberklasanatorium

Karsten Hoydal og tví­bur­a­bróð­ir­in, Arne, vórðu føddir har 28. mars í 1912. Pápi teirra var hús­a­vørður har, og tí búði húsk­ið á sanatoriinum.

Ein fyrireikingarbólkur hev­ur síðani í fjør fyrireikað há­tíð­haldið, og tað eru eft­ir­kom­ar­ar hjá Axel og Edit Han­sen, sum gjøgnum fis­k­i­vinn­u­fyr­i­tøk­una Bacc­a­lao, sum hava bor­ið kostn­að­in av minnisplátuni. Kar­st­en Hoy­dal var gubbi Ed­ith, sum var úr Hoy­vík, og hon var gumma Anniku, dótt­ir Karsten, greiddi Jákup Sím­un Simonsen frá. Sam­an við Ingrið Sondum, Heð­in M. Klein, Mikkjal N. Helms­dal hevur hann sitið í fyr­i­reik­ing­ar­bólk­i­num, sum hevur fyri­reikað hátíðarhaldið og fing­ið til vega minnissteinin.??

Fitt av fólki var til há­tíð­har­hald­ið. Mikkj­al N. Helms­dal, rektari í Student­a­skúl­an­um, beyð vælkomin. Síðani sang Kórið í Hoydølum úr stu­dent­a­skúl­a­kant­a­t­­uni, sum Karsten Hoy­dal yrkti til vígsluna av stud­ent­a­skúl­a­num.?Síðani helt Heðin M. Klein røðu, har hann røddi um skald­ið Karsten Hoydal og skald­skap hansara.

Eftir tað avdúkaði Ingrið Sond­um minnissteinin.

Annika Hoydal, sum er dótt­ir Karsten Hoydal, sang og las eina yrking – og at enda læs Bárður Persson, sjón­leik­ari, stutt­søgu­na »Summ­ar­kvøld við Rockall«.

Há­tíðarhaldið endaði við felag­­s­sangi­num »Land­ið eg bar við mær«, hjá Kar­steni Hoy­dal, og so varð boðið til ein drekk­a­munn í Gamla húsi.