Arbeiðið at reisa farstøðina á flogvøllinum er byrjað. Talan er um níggju gittarsperrur, sum eru 1,5 metur høgar og tilsamans slakar 70 metur langar. Hetta arbeiðið tekur væntandi umleið fýra vikur.
– Stóra takið á farstøðini verður sera eyðsýnt, og sperrurnar fara at geva bygninginum eitt skap sum stórir bogar. Partur av takinum kemur at virka sum hálvtak, har bussar og bilar kunnu koyra inn undir til av og á skipan, so ferðandi verða vard móti vindi og veðri, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.
Arbeiðið við tænastubygninginum gongur væl, og tey eru farin er at inniloka bygningin. Eftir ætlan skulu bæði tænastubygningurin og farstøðin innilokast, áðrenn veturin kemur.
Sambært tíðarætlan verður samlaða arbeiðið liðugt á sumri 2014.










