Reint vatn fyrst av øllum

Cost-benefit analysan hjá Bjørn Lomborg raðfestur øðrvísi enn tey flestu í sambandi við íløgur í eftir flóðalduna

Sermerkti umhvørviseygleiðarin Bjørn Lomborg, sum í summar vitjaði í Føroyum, hevur í donskum fjølmiðlum ávarað um, at peningurin í sambandi við endurbygging av Asia skal nýtast rætt.
Við danska blaðið Politiken sigur Bjørn Lomborg, at tað er skilabest at nýta pening til at tryggja fólki í økinum reint vatn og berjast móti sjúkum - heldur enn at gera stórar íløgur í ávaringarskipanir móti nýggjum flóðaldum. Tað er tað besta, at nýti peningin
Hetta er galdandi bæði fyri pengar, sum koma uttanífrá, og egnar íløgur.
- Tá tú ert eitt ríkt land, so hevur tú ráð at keypa nógva trygd, men tá tú ert eitt fátækt land, so mást tú raðfesta øðrvísi, sigur Bjørn Lomborg.
Hann heldur fyri, at flóðaldur av hesum slagnum henda ógvuliga, ógvuliga sjáldan, og tað tískil vildi verið best at nýtt pening til aðra fyribyrging og betran av heilsustøðuni hjá fólki.
- Siga vit, at tað hendir ein tílík flóðalda um øldina, har 150.000 fólk doyggja, so merkir tað 1.500 fólk um árið. Àrliga doyggja tríggjar milliónir fólk í Asia av parasitsjúkum, sum lætt og bíligt kunnu viðgerðast við heilivági, um peningurin var tøkur, sigur Bjørn Lomborg.
Cost v. Benefit
Kjarnin í øllum tí, sum Bjørn Lomborg og hansara líkar føra fram, er, at vit skulu meta íløgur, hjálp og nýtslu eftir, hvat vit fáa afturfyri. Hvar fæst mest fyri pengarnar, verður spurt í costbenefitanalysuni.
Hendan hugsunarhátt eru tað ikki øll, ið eru eins glað fyri, men bæði í Danmark og ikki minst í USA hava Lomborg og aðrir við hesum hugsunarhátti góðar dagar.