Reinsaríið letur uppaftur

Leygarkvøldið tann 12. septembur letur Reinsaríið dyrnar upp, tó við helvtina færri áskoðarum enn vanligt

Hjá Reinsarínum gleðast tey um, at talið á koronatilburðum gongur rætta vegin. Hetta merkir eisini, at tey endiliga sleppa at bjóða tær vælkomnan á konsert á Reinsarínum. Tað verður tó ikki heilt sum fyrr, tí mest loyvda talið av áskoðarum verður skorið í helvt. Hetta merkir, at tað verða einans 70 fólk, sum sleppa á konsert samstundis, men tað verður sami hugnin og høga góðskan

Konsertirnar verða hildnar í tráð við tilmælini, og øll søla av atgongumerkjum fer fram á netinum. Hetta er fyri skráseta áskoðarar, soleiðis at mynduleikar hava møguleika at finna fram til smittukelduna, skuldi ein áskoðari havt smittuna.