Tað er ikki komið á mál enn at súgva dálkaðu oljuna úr øllum oljutangunum enn, men nú er ikki nógv eftir.
Tað sigur Janus Thomsen, stjóri á Effo.
Tað var í summar, at tað gjørdist greitt, at ein last við dálkaðari olju var komin til landið, og hetta hevði við sær, at nakrar oljufýringar steðgaðu. Orsøkin var, at nógvar bakteriur vóru í oljuni, og ikki øll oljufýr toldu bakteriudálkaðu oljuna, og tey kundu tí steðgað.
Arbeitt hevur verið við at lata bakteriudrepandi evni í tangarnar, men summastaðni hevur trupulleikin staðið við, og har hevur verið neyðugt at koma á staðið við súgvibili, soleiðis at oljan kann útskiftast.
Av tí at talan er um ein trupulleika, sum hevur uppruna hjá útlendska oljuveitaranum, er tað hann, ið skal gjalda kostnaðin, og tað er eisini útlendski oljuveitarin, ið hevur veitt súgvibilin, ið tekur oljuna upp. Hetta fer ikki at kosta brúkaranum nakað, ger Janus Thomsen greitt.
Lastin við dálkaðu oljuni fór víða um í Føroyum, og tað er framvegis ikki komið á mál at fáa alt í rætt lag, men nú er ikki leingi eftir, sigur Janus Thomsen.
Oljan, ið føroysku húsarhaldini brúka, er gassolja, ið er sama slag olja, ið skip nýta. Skipsmotorar eru kortini ikki eins fíntfølandi og vanligu oljufýrini við hús, og teir megna væl at brúka oljuna. Tí verður oljan nýtt til skip ístaðin, tá hon er sogin úr tangunum, sigur Janus Thomsen.