Tórshavnar Kommuna sigur, at hetta verður gjørt fyri at leiða allar kloakkirnar í eina høvuðskloakk, heldur enn oman í vágirnar. Næstu stigini verða at gera kloakk framvið Skálatrøð og at reinsa alla Rættará.
Høvuðskloakkin, sum gjøgnum reinsiverk rennur út í Sersjantavíkina, verður nú leidd longur út á streymasjógv.
Frá teimum stóru útstykkingunum í Hoyvíks-haganum verða allar kloakkirnar veittar út á sjógv. Virkað verður samstundis fyri, at alt dálkandi yvir-flatuvatn verður reinsað og latið aftur í áir og løkir.
Men útjaðarin í kommununi skal somuleiðis hava somu sømdir, og tí hevur býráðið sett sær fyri at gera arbeiðir her eisini. Í Hesti verður tí farið undir stórt kloakkarbeiði í næstum, upplýsir kommunan.