Einki er so gott fyri sál og sinn sum ein túrur úti í Guðs fríu og fríðu natúru. At anda okkara serliga frísku luft niður í lunguni, samstundis sum allir sansir verða rørdir av tí, vit síggja, hoyra, sansa og uppliva undir opnum himli.
Hetta ásannaðu vit eisini í næstseinastu býráðssetu, tá ið vit samtyktu at gera nakrar kilometrar av rossagøtum, sum vóru ein fongur og ein vinningur fyri so mong. Bæði rossafólk, gongufólk og tey, sum súkkla, kundu fáa gleði av hesum gøtum, ið roynast sum stórt framstig fyri fólkaheilsuna.
Eg kann nevna gomlu Syðradalsgøtuna niðan á Kleynsvarða, og gøtuna frá Velbastaðvegnum og norður í Havnardal. Somuleiðis fekk gøtan fram við vatnbrunninum ábøtur, og gøtan niðan ímóti Bøllureyni varð gjørd av nýggjum. Eisini varð partur av gomlu Oyggjagøtuni gjørdur frá Kleynsvarða og oman ímóti gamla grótbrotinum.
Tí kanst tú eisini uppliva, at fólk seta bilin frá sær og fara ein túr á einari av gøtunum. Eitt kvøldið stóðu yvir 20 bilar við parkeringsplássið í Marknagili, og á gøtuni runt Fjallið sóust fólk til gongu, summi við hundi, meðan onnur runnu. Og eisini vóru fleiri á rossabaki.
Hetta er rein fólkaheilsa og óspiltur trivnaður, ið bert kann viðmælast, tí øll kunnu njóta túrin upp á sín máta. Eingin kappast, men øll halda sína egnu ferð og taka til sín av tí friði og reinleika, okkara natúra kann geva so framúr væl.
Fáa vit undirtøku til aftur at skipa meiriluta í Tórshavnar býráð, vil eg framhaldandi arbeiða fyri at gera og bøta hesar gøturnar.
Fáa eitt gøtunet
Nú er gøta gjørd úr Sandagerði og niðan til brúnna, har Kirkjubøgøtan byrjar, men eingin orsøk er til at steðga har, men heldur at lata gøtuna halda fram niðan til gomlu brúnna við Velbastaðvegin, haðani samband fæst við gøtuna norður í Havnardal.
Kirkjubøgøtan, sum gongur frá brúnni og niðan í Reynsmúlalág, er ikki í so góðum standi at ganga ella ríða á, so hon má umvælast ella gerast av nýggjum. Eisini eigur gøta at verða gjørd frá Bøllureyni yvir í Villingardal, og oman fram við Villingardalsfossi, har ein gøta nú er stungin út í kortið.
Við hesum gøtunum fæst samband líka úr Sandagerði, um Havnardal, Villingardal og oman á Ternurygg, haðani gøtusamband er við Hoydalar og Boðanes. Við hesum gøtuneti binda vit øki saman og skapa fleiri møguleikar hjá teimum, ið njóta sínar gøtutúrar.
Óivað eru eisini fleiri aðrir møguleikar, og har vildi verið upplagt at tikið upp samstarv við avvarðandi feløg, tí tá ið fleiri eru uppií at gera arbeiðið, verða tað eisini fleiri, ið taka gøturnar til sín og eru góð við tær.
Gøturnar eru rein fólkaheilsa, tí við teimum seta vit fólk, trivnað og natúruna í miðdepilin, og vit vilja gera okkum ómak, so øll skulu kunna hava gleði av gøtunum og natúruni fram við teimum.
Tróndur Sigurðsson
Javnaðarflokkurin