Reimund størstu fráveruna

Síðani løgtingssetan byrjaði á ólavsøku hava verið 17 tingfundir. Sambært gerðabókini hjá Løgtinginum hevur løgtingsmaðurin Reimund Langgaard havt størstu fráveruna síðani ólavsøku

Síðani løgtingssetan byrjaði á ólavsøku hava verið 17 tingfundir. Sambært gerðabókini hjá Løgtinginum hevur løgtingsmaðurin Reimund Langgaard havt størstu fráveruna síðani ólavsøku.

 

Fráveran hjá sambandsmanninum Reimundi Langgaard síðani ólavsøku hevur verið 17,65 prosent. Tað vísir gerðabókin hjá Løgtinginum. Førd verður protokoll, tá tingfundur er, og tey tingfólk, sum ikki møta á fundi, verða skrivaði upp sum fráverandi.

 

Tingfólk hava møguleikan at fáa varafólk fyri seg, um tað ikki ber til at møta. Men tað ber ikki til at kalla tingfólk inn bara fyri ein einstakan dag, og tí kann tað verða tvørligt, um tingfólk fáa forfall til einstakan fund. Men er talan um fleiri samanhangandi dagar, er støðan ein onnur.

 

Hjá Reimundi Langgaard er talan um, at hann ikki hevur møtt á tingfundi á einum fundi 10. september og á tveimum fundum 12. september, og av tí, at hann hevur verið so óheppin at vera burtur ein dag, tá tveir tingfundir eru, fær hann ivasama heiðurin at vera tann tað tingfólk, sum hevur størstu fráveruna higartil.

 

Løgtingið hevur vanliga um 100 tingfundir hvøjra tingsetu, sum er frá ólavsøku til ólavsøku.

 

Tey 12 tingfólkini, sum hava verið skrivað sum fráverandi í gerðabók Løgtingsins síðani ólavsøku, eru hesi:

 

Tingfólk

tal fundir

frávera %

Reimund Langgaard

3

17,65

Høgni Hoydal

2

11,76

Elsebeth M. Gunnleygsdóttur

2

11,76

Bárður Nielsen

2

11,76

Bjørt Samuelsen

2

11,76

Rodmundur Nielsen

2

11,76

Brandur Sandoy

2

11,76

Rósa Samuelsen

1

5,88

Bill Justinussen

1

5,88

Kristin Michelsen

1

5,88

Eivin Jaobsen

1

5,88

Rigmor Dam

1

5,88