Løgreglan í Klaksvík hevur havt enn eitt friðarligt vikuskiftið. Lítið fólk var í býnum og tað merkist á arbeiðsbyrðuni hjá løgregluni har norðuri.
? Einki tiltak var um vikuskiftið, og tað merkist væl. Tað skal sigast, at tað var keðiligt veður, tí tað oysti niður bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Og tá heldur fólk seg innandura, sigur vakthavandi á støðini í Klaksvík.
Fríggjadagin kom ein maður kortini á gátt. Hann var sligin av einum øðrum manni, sum hann hevði hitt í býnum. Teir vóru báðir druknir, skilst, og vóru komnir til ilnar um eitthvørt.










