Í kvøld fer bólkurin All That Rain á pallin fyri seinastu ferð. Bólkurin hevur verið virkin í 8 ár, og hevur verið ein av virknastu bólkunum í føroyskari tónleikasøgu Rex verður karmur um eitt punktum í føroyskari tónleikasøgu í kvøld. All That Rain er ein bólkur við einari langari og stoltari søgu. Bólkurin hevur verið til í átta ár, og hevur eina fløgu á bakinum. Bólkurin hevur eisini staðið seg væl í fleiri Prix Føroyar kappingum, og verður av mongum mettur at verða besti dansibólkur í landinum.
Teir fýra Henning, Jens Tummas, Jóhan og Rókur fara í kvøld at framføra saman fyri seinastu ferð undir heitinum All That Rain. Limir í bólkinum lovað eitt frálíkt kvøld við nýggjum, góðum og gomlum.