Regin nýggjur deildarstjóri í SMS

Hann skal standa fyri tiltøkum í SMS, umframt at umsita ein handil og marknaðarføra tríggjar handlar


 

Regin W. Dalsgaard er nú settur sum nýggjur býlings- og marknaðarstjóri í SMS. Talan er um nýtt starv, sum er stovnað, eftir at Bogi Andreasen, sum var býlingsstjóri, er farin í starv sum samskipari í Reinsarínum og Perluni hjá Tórshavnar Býráð.

 

SMS sigur, at starvið er nýtt, soleiðis at skilja at býlingsarbeiðið í bygninginum hjá sølumiðstøðini og marknaðarførsla av øðrum virksemi hjá SMS nú er lagt undir eina leiðslu.

 

Regin W. Dalsgaard er 30 ár. Hann hevur lisið altjóða handil og marknaðarførslu, og hann hevur drúgvar royndir sum sjalvstøðugur vinnurekandi á KT-økinum. Regin W. Dalsgaard er formaður í Vinnuframa, og harumframt hevur hann eisini aðrar nevndarsessir.

 

Starvið hjá býlings- og marknaðarstjóranum er býtt sundur í tvey høvuðsøki. Ein partur er at umsita virksemið í SMS – t.e. er eitt nú felags tiltøk í SMS – og harumframt umsiting av Miðlon, sum P/F SMS eigur. Hin parturin av starvinum er marknaðarførsla av Miklagarði, Mylnuni og Bónus.

SMS hevur tilsamans 450 fólk í starvi.