Regin Berg skal ráðgeva fakfeløgum

Tann 26 ára gamli Regin Berg skal nú verða ráðgevari hjá fimm stórum, føroyskum fakfeløgunum

Fakfelagssamstarvið hevur nú sett 26 ára gamla Regin Berg í starv sum ráðgevara hjá teimum fimm fakfeløgini, ið eru í samstarvinum. 


Fakfelagssamstarvið umfatar tey fimm fakfeløgini, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsmannafelagið.

 
Endamálið við ráðgevarastarvinum er at leggja lunnar undir eitt tættari samstarv ímillum tey fimm feløgini, ið tilsamans hava einar 6.000 løntakarar á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

 
Sjey umsøkjarar vóru til verkætlanarstarvið, sum í fyrstu syftu er ætlað sum eitt fulltíðarstarv í eitt hálvt ár.

 
Regin Berg er útbúgvin stjórnmálafrøðingur frá lærda háskúlanum í Aberdeen og leggur í løtuni seinastu hond á útbúgving sum master í lóg á Føroya Fróðskaparsetri.

 

Hann hevur royndir sum blaðmaður, eitt nú sum blaðstjóri á blaðnum Fjølnir. Eisini hevur hann verið virkin í studentapolitikki og hevur verið formaður í Meginfelag Føroyskra Studenta.
 


Arbeiðið hjá Ráðgevaranum verður at greina samfelagsmál, sum hava týdning fyri fakfelagsrørsluna og løntakaran.

 

Ætlanin er eisini, at hann og leiðslurnar í feløgunum, skulu nágreina, hvørji mál, tey fimm feløgini kunnu vera saman um og hvussu hetta kann vera gjørt.