Sangarin Major Mackerel varð herfyri álopin í Brooklyn. Hann fekk snuddir, tá ein granni leypa á hann við stórum brandi. Øvundsjúka sigst vera orsøk til, at 37 ára gamli Oscar Joseph framdi álop á granna sín, sangaran Major Mackerel.
Mackerel, hvørs veruliga navn er Garfield Dixon, fekk snuddir í høvdið, á armin og á hondina.
Tað sigst, at grannin metti, at sangarin hevði ov stóran áhuga fyri konuni hjá grannanum. Men Mackerel noktar, og sigur sambært Ekstrablaðnum við New York Daily News, at hann bert sat og sang eitt lag, tá hann sá grannan koma við stórum brandi í hond.
Grannin, ið brá sínum brandi, er enn í varðhaldi hjá løgregluni.
Mackerel hevði sínar bestu dagar síðst í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum.










