Havnarmeistarin í Fuglafirði, Rólant Højsted, gleðir seg sum so mong onnur til regatta’ina við træseglskipum, sum kemur á Fuglafjørð hóskvøldið 4. juli klokkan 18.30.
- Hetta verður heilt sikkurt eitt hugnaligt kvøld við nógvum fólki.
Hann vísir á, at umborð á træseglskipunum, sum verða fleiri í tali, verða eini 70-100 fólk, og haraftrat koma fleiri vælmannaðir grindabátar úr Vági.
- Saman við hornorkestri, harmonikuleikarum, sjóránarum, fyriskiparum, bygdarfólki og gestum eru útlit til eitt serstakliga hugnaligt kvøld í Fuglafirði, sigur Rólant Højsted.
Sum kvøldið gongur, verður eisini felagssangur, og klokkan 23 verður ókeypis bryggjudansur, har Kallar og limir í Harmonikufelag Føroya spæla.